Tað gekk ikki soleiðis, sum dreingirnir umborð á Tjaldrinum høvdu ætlað sær og vónað. Á Vestanstevnu vann Tjaldrið fyri sættu ferð í summar, og harvið var tað undan Ólavsøkuni greitt, at Tjaldrið hevði vunnið FM.
Avbjóðingin á Ólavsøku var at vinna FM heitið við fullum stigatali. Tað eydnaðist ikki. Tjaldrið noyddist at dvína fyri Bliki, og sum tað lagaði seg, so var Tjaldrið væl tættari at enda á triðja plássi enn at vinna. Starturin hjá Tjaldrinum var ikki góður, og tað tóktist sum, at meistararnir ikki vóru millum tríggjar teir fremstu, tá ið farið varð undir endaspurtin. Junkarin og Báran róðu væl, men í endaspurtinum eydnaðist tað Tjaldrinum at vinna seg framum hesar báðar bátarnar.
Tjaldrið megnaði einki at gera við Blik. Argjadreingir høvdu flúgvandi start, og teir høvdu alla tíðina gott tak á tí. Tá ið tað í fyrstu tøkunum í endaspurtinum kundi tóktst sum um, at Tjaldrið hevði hug at ota seg fram á Blik, so spentu teir á Argjum í aftur, og á málinum vóru teir meiri enn eina hálva bátslongd fremstir.
Sigurin var ikki so óvæntaður. Á Jóansøku, Varmakeldu og Vestanstevnu var Blikur næstfremstur, og í øllum trimum førunum var munurin frá Tjaldrinum og aftur til Blik minni enn ein hálv bátslongd.
Nú stemmaði hjá argjadreingjum. Blikur vann FM í 2004. Hetta var fyrsta ferðin yvirhøvur, at Blikur hevur vunnið ein róður síðani tá. Í 2004 vann Blikur fimm av sjey róðrum. Blikur vann ikki fyrsta róðurin, sum var á Norðoyastevnu. So vann Blikur fimm róðrar á rað, men á Ólavsøku kiksaði tað orduliga, og Blikur endaði á sjeynda plássi.
Hesa ferð var eingin slingur í hjá Bliki, sum vann tryggan ólavsøkusigur. Tjaldrið varð skert, men tá ið nakrir dagar eru farnir, so fara teir á Skálafjørðinum at fegnast um fínt kappingarár.









