Blikur og Lómur seldir

Faroe Ship hevur selt farmaskipini Blik og Lóm av landinum Blikur og Lómur eru seldir til Danmarkar, og nú fara nýggjari bingjuskip og eitt plattaskip at røkja siglingina, sum tey bæði skipini hava røkt í næstan 30 ár.

Faroe Ship byrjar við nýggjari ferðaætlan fyrst í 2008.

-Vit hava koyrt við tveimum skipanum, bæði plattaskip og bingjuskip, men nú flyta vit okkum meira yvir til bingjuskip. Vit koma at hava fleiri fráferðir og fleiri møguleikar, so hetta verður avgjørt ein betri tænasta til kundan, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Faroe Ship.

Tvey nýggj bingjuskip fara saman við einum plattaskipi at røkja siglingina til og úr Føroyum ístaðin fyri Blik og Lóm. Tað fara tey at gera saman við Godafossi og Dettifossi, sum eru skrásett í einum felagi hjá Faroe Ship.