Í blaðnum í gjár stóð, at Sílið lá fremst í samlaðu FM-kappingini í 5-mannaførum hjá gentum. Tey, sum hugdu eftir støðuni aðrastaðni í blaðnum, varnaðust, at hetta ikki er rætt. Tað er hinvegin Blikur, ið eigur fyrsta plássið í 5-mannaførum hjá gentum, meðan Sílið er á øðrum plássi.
Mistakið varð upprunaliga rættað í greinini, men tíverri kom skeiva útgávan av greinini við í blaðið. Vit biðja lesaran halda okkum til góðar.