Blikur er meistari

Mangan hevur verið tætt frammi í oddinum, men tá av er tornað, hevur Blikur av Argjum verið vinnandi báturin næstan hvørjaferð. Bert á Norðoyastevnu máttu teir taka til takkar við øðrum plássinum. Á Vestanstevnu var um reppið at teir vunnu, men ein øgiligur endaspurtur tryggjaði sigurin ?og meistaraheitið.

Eftir at startdómarin hevði skotið, mundu tað vera fleiri, ið vórðu tikin av bóli av raðfylgjuni, sum fimm-mannaførini lógu í. Tað vóru nevniliga Havfrúgvin, Spógvin og Drekin, sum leingi myndaðu oddafeltið í róðrinum. Drekin, sum ikki hevur vunnið nakran róður enn, legði seg rættiliga tíðliga á odda, og eitt langt petti av teininum økti hann spakuliga um leiðsluna. Hinir bátarnir fylgdu væl við, men eitt skifti hevði Drekin allar menninar leysar.
Brátt tók møðin yvir hjá Drekamonnunum, og teir orkaðu ikki at halda leiðsluna. Havfrúgvin, Fípan Fagra, Spógvin og Blikur fóru skjótt framvið, og hesir bátarnir myndaðu nú oddafeltið.
Tá farið var um 500 metrar, tóku Blika dreingirnir sær annað skinn um bak og spentu í. Hetta gav eisini úrslit. Enn var spenningurin tó sera stórur, tí hinir bátarnir vildu ikki gevast so. Leingi hildu teir tørn og góvu Bliki harða kapping. Í endaspurtinum vísti Blikur tó hví júst teir eru meistarar. Teir tóku nøkur øgilig tøk, og sluppu sær framum, so róðursmaðurin tryggur kundi stýra Føroyameistaraheitið í hús.