Blikur eigur bestu genturnar

Gentubáturin hjá Argja Róðrarfelag vunnu barnaróðurin á norðoyastevnu

Tað var tætt, og tað var spennandi, tá ið genturnar kappaðust á 500 metra teininum í barnaróðrinum á ársins fyrstu summarstevnu, sum í dag er í Klaksvík.

Seks bátar komu skúmandi fram ímóti málinum í mest sum einum roki. Fyrstur á mál var Blikur av Argjum, sum var eina stóra hálva bátslongd undan Beintu úr Miðvági, Huldu av Tvøroyri, Báruni úr Sundalagnum, Títlingi hjá Havnar Róðrarfelag og Havfrúnni úr Vestmanna. Eitt sindur aftari komu Pílur, Strípan og Dúgvan.

1Blikur02:35.18  
2Beinta02:37.02  
3Hulda02:38.20  
4Báran02:39.16  
5Títlingur02:40.05  
6Havfrúgvin02:42.06  
7Pílur02:48.24  
8Strípan02:50.02  
9Dúgvan02:51.02

 

1Blikur7  
2Beinta6  
3Hulda5  
4Báran4  
5Títlingur3  
6Havfrúgvin2  
7Pílur1  
8Strípan0  
9Dúgvan0

 

 

 

 

 

mynd: Argja Róðrarfelag