Blikur basti øllum hinum

Barnaróður gentur: Nýggjur vinnari var í barnaróðrinum millum gentur í Fuglafirði í dag. Ørnin úr Sandavági vann á Norðoyastevnu og í Hósvík. Síðsta leygardag vann Tambar hjá Róðrarfelagnum Knørri í Havn, tá ið tað varð kappas á Jóansøku.

Í dag var Blikur hjá Argja Róðrarfelag fyrstur á mál. Blikur var knappliga eitt sekund ella ein hálvan skut frammanfyri Royndina Fríðu, sum var stavnin frammanfyri Ørnin. Tambar endaði í dag á fimta plássi meiri enn eina bátslongd aftanfyri vinnarabátin.

Um tølini frá undanfarnu róðrum verða nýtt sum metingargrundarlag, so var sigurin hjá Bliki óvæntaður. Á Norðoyastevnu var Blikur nummar tvey, í Hósvík var Blikur nummar trý, og á Jóansøku var Blikur nummar fýra.

Men í dag stóð eingin Bliki kurl.

Næstfremsta plássið hjá Royndini Fríðu er besta plaseringin hjá gentunum úr Vági. Á Norðoyastevnu vóru tær nummar trý, í Hósvík vóru tær nummar seks, og á Jóansøku endaðu tær á fimta plássi.

 

1 Blikur 02:42.09

2 Royndin Fríða 02:43.01

3 Ørnin 02:43.06

4 Hulda 02:44.00

5 Tambar 02:45.04

6 Jallurin 02:47.02

7 Pílur 02:47.17

8 Havfrúgvin 02:57.22

 

Støðan

1 Ørnin 24

2 Blikur 22

3 Hulda 20

4 Royndin Fríða 16

5 Tambar 15

6 Jallurin 10

7 Pílur 5

8 Kollur 0

9 Firvaldur 0

10 Havfrúgvin 0