Blikk, fløskur og dunkar bannað í Gundadali

FSF, B36 og HB hava í felag gjørt av, at allar fløskur, øll blikk, allir dunkar - og hvat annars kann hugsast av sovorðnum - eru bannað á Stadionøkinum til stór-dystin millum HB og B36 leygardagin kl. 15.

- Vit heita tí inniliga á øll um at virða hesa avgerð og bert hava sítt góða lag og ikki løg við í Gundadal, Fótbóltssambandið, B36 og HB í áheitan.