Tíðindaskriv frá Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya
Landsstýrið fer í dag at leggja lógaruppskot fyri Løgtingið, ið fer at skerja grundleggjandi verkfallsrættindi hjá fakfeløgum í Føroyum.
Løgtingið verður sostatt enn einaferð nýtt sum amboð at skerja samráðingar- og verkfallsrættindi. Í summar stóðu SEV og Maskinmeistarfelagið fyri skotum, tá samtykt samráðingaruppskot varð vrakað av Løgtinginum, og í dag er tað Starvsmannafelagið, ið fær skert verkfallsrættindi síni munandi.
Hesum vil Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya (BLF) staðiliga mótmæla.
BLF vil í staðin heita á landsstýrið um at samtykkja semingsuppskotið ella skjótast til ber at taka sáttmálasamráðingarnar uppaftur av nýggjum.
Alneyðugt er, at álit verður skapt millum fakfeløgini og landsstýrið. Hetta er ein fyritreyt fyri, at fáa ment ein skipaðan føroyskan arbeiðsmarknað, har m.a. høvuðsavtalur verða gjørdar partanna millum og fastur gerðarrættur verður stovnaður.
BLF fer tí staðiliga heita á landsstýrið um, at virka fyri áliti og varandi semjum á arbeiðsmarknaðinum - heldur enn einaferð enn at nýta Løgtingið sum amboð at skerja rættindi hjá fakfeløgum, tí hetta kann bert skapa misálit og seinka menningini av einum skipaðum føroyskum arbeiðsmarknaði.