Jórun Høgnesen, forkvinna í sosialu nevnd Klaksvíkar Býráðs
Í kommunalpolitikki havi eg lagt stóran dent á at raðfesta bleytu virðini frammarlaga. Sum forkvinna í mentanarnevndini í seinasta valskeiði arbeiddi eg hart fyri m.a. at bøta um skúlaumstøðurnar í býnum. Eitt arbeiði, ið fer at bera frukt um ikki so langa tíð.Havi eisini arbeitt við og tikið undir við loysnum innan barnaansing. Gleðiligt er, at nýggjur barnagarður verður tikin í nýtslu í summar. Eftir mínum tykki eigur at vera farið í gongd við ein nýggjan stovn aftrat beinanvegin. Tástani kunnu vit staðfesta, at vit hava ansingartrygd. Harvið hava tey hørðu virðini so sum vegir og keiir ikki verið gloymd, tí politikkur er ein heild.
Støðan í dag
Eldramál hevur Klaksvíkar kommuna ikki gjørt einki við, men eftir mínum tykki er hetta ikki nógmikið, og enn er nakað, til vit eru komin á mál.
Tá ið eg sigi, at kommunan hevur gjørt ov lítið við eldramál, so meini eg, at sambýlini og vistarheimið í býnum í stóran mun virka sum røktarheim, og tað er hvørki nøktandi fyri búfólk ella starvsfólk. Haraftrat kemur, at tá ið stovnurin eitur sambýli, er normeringin av starvsfólki væl minni fyri at fáa ein bíligari rakstur. Sambýlini eru heldur ikki so væl egnað til røktarheimsuppgávur.
Vit hava Norðoya Røktarheim í býnum, sum er bygt til endamálið, men trupulleikin her er, at nøkur kømur eru dupultkømur, og tað er ikki nøktandi í dag.
Tá ið farið varð í holt við verkætlanina á Kráarbrekku, varð eisini hugsað um hetta sum eitt fyribyrgjandi tiltak, soleiðis at fleiri eldri kunnu klára seg í egnum bústaði sum longst. Við í ætlanini var eitt sambýli, ið gjørdist dýrt fyri kommununa. Hetta gjalda vit framvegis til. Síðst í 2005, aftan á at fíggjarætlanin fyri 2006 var samtykt, kom Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður við boðum um, at møguleiki var at søkja um fíggjarligan stuðul til bygging av røktarheimi. Umsóknarfreistin var 1. febr. 2006. Hetta var ikki treytaleyst, røktarheimið skuldi standa liðugt í 2008. Ein meiriluti í býráðnum metti, at ein tílík ætlan ikki kundi fáa seriøsa viðgerð upp á slíkar treytir.
Norðoya øki
Sum kunnugt fingu Svínoy og Viðareiði treytaðar tilsagnir til ávikavist sambýli og røktarheim. Fyri at vísa góðan samstarvsvilja – hetta meta vit kann fáa alstóran týdning í framtíðini, tá neyðugt verður við størri samstarvi – er Klaksvíkar kommuna farin í samstarv við nevndu kommunur. Fyri Viðareiði og Svínoy er hetta samstarv alneyðugt, og fyri Norðuroyggjar sum heild eigur hetta at vera byrjanin til eina heildarloysn og eina sterka eind.
Arbeiðsbólkur settur
Sum ein liður í hesum arbeiði hevur sosiala nevnd hjá Klaksvíkar kommunu sett ein bólk, ið umboðar eldraøkið í breiðum høpi at útgreina tørvin og at vísa á møguligar loysnir. Hesin bólkurin verður liðugur við sítt arbeiði 1. mai 2007, t.v.s. í góðari tíð, áðrenn fíggjarætlanararbeiðið fyri 2008 fer í gongd. Tað verður so upp til býráðið at raðfesta eldramál, so sum dagtilhald, dagumlætting, sambýli, røktarheim, tilboð til fólk við demens, aktivering, og annað.
Saman standa vit sterk
Tað sum nú umræður er, at vit duga at handfara eldramálið og duga at standa saman um at finna og skapa góðar loysnir. Eitt er vist, at sambýli í Svínoy og røktarheim á Viðareiði er ikki ein forðing fyri, at vit gera eina góða loysn fyri Klaksvík og Norðoya øki sum heild, tvørturímóti.