Góði gamli Joe Cocker er aftur komin á marknaðin við nýggjari fløgu. Flestu løgini á fløguni eru nýggj, tó at okkurt einstakt er tulking av løgum hjá øðrum tónleikara, sum Cocker so tulkar á sín egna serstaka hátt. Sum vant, so hevur hann ikki skrivað nakað av løgunum sjálvur, men hetta ger so ikki fløguni nakran skaða, við tað at tað fyrst og fremst er sum sangari, og ikki sum komponistur ella sangskrivari, at hann hevur gjørt vart við seg sjálvan gjøgnum árini.
Bleytari enn fyrr
Hása kensluborna røddi hjá Cocker, er framvegis hin sama, og hóast hann má sigast at vera vorðin eitt sindur bleytari við árunum, so er hann framvegis í einum flokki fyri seg sjálvan. Hann hevur ikki longur tey longu grovutu skrálini, sum fyrr hava eyðkent framførslur hansara, nógv av løgunum ganga meira stillisliga fyri seg nú, í mun til hvat tey hava gjørt. Hetta ger eftir mínum tykki, at stílurin verður minni serstakur, og eisini minni ráur enn hann hevur verið.
Persónliga haldi eg, at hetta hevur við sær, at henda útgávan ikki er í heilt sama flokki, sum nógvar av teimu, sum hann fyrr hevur latið úr hendi. Einasta lagi, sum eg fall fyri beinanvegin, er framførsla hansara av lganum hjá Leonard Cohen, First we take Manhattan.
Er hin einasti
Ert tú hinvegin ein teirra, sum hevur alsk til allar teir bleytu kenslubornu sangir, sum hann eisini hevur framført, er einki at ivast í, at henda plátan eigur at standa ovarlaga í plátuhyllini. Tað eru í øllum førum fáir sangarar, sum megna at frambera sangirnar á sama hátt, sum enski úrmælingurin.









