Køkan er størri
Samlaða køkan til útreiðslur, um vit samanbera fíggjarlógina 2009 við fíggjarlógaruppskotið fyri 2010, er 103 milliónir krónur hægri í 2010, um hugt verður burtur frá rentuútreiðslum á 38 milliónir krónur.
Rakstrarútreiðslurnar tilsamans eru 13 milliónir krónur hægri í 2010, og íløguútreiðslurnar eru 90 milliónir krónur hægri.
Harumframt má nevnast, at 9 milliónir í íløgum ikki eru við í hesi viðgerð fyri 2010, tí tær verða nýttar av løgmansfyrisitingini, umframt 250.000 krónur til íløgur í 2009, sum vórðu nýttar til Løgtingið.
Fíggjarmálaráðið
Verður hugt at fíggjarmálaráðnum, síggja vit, at ráðið hevur fingið eitt sindur størri játtan í peningi á fíggjarlógini, men ein minni part av fíggjarlógini. Ein frágreiðing til størra kostnaðin er, at útreiðslurnar til íbúðarmál eru vaksnar og inntøkurnar av tí sama eru minkaðar. Men hækkingin er lutfalsliga lítil í reiðum peningi, so talan er mest um eina framskriving av tí sama.
Fiskimálaráðið
Hyggja vit eftir fiskimálaráðnum, sæst, at bæði í krónum og í prosentum hevur ráðið fingið meira. Tað serliga í samband við íløgurnar, at vit síggja eina hækking hjá ráðnum, tí í inniverandi ári skuldu vera negativar íløgur, meðan tað í næsta ár sambært uppskotinum skulu nýtast 31,5 milliónir í íløgum. Harímillum er játtan til íløgu til nýtt havransóknarskip á 20 milliónir krónur komandi ár.
Samlaði raksturin í Fiskimálaráðnum skal sambært uppskotinum minka við næstan 20 milliónum krónum og hetta skal koma av, at inntøkutrygdin á 24 milliónir skulu takast burtur.
Vinnumálaráðið
Eitt av ráðunum, sum hevur mist part av fíggjarlógini er Vinnumálaráðið, ið hevur mist umleið 0,3 prosentstig av fíggjarlógini, um uppskotið verður óbroytt. Íløgurnar eru skerdar, og samlaðu rakstrarútreiðslurnar eru næstan tær somu, tó eitt vet lægri. Hartil kann leggjast afturat, at rakstrarinntøkurnar skulu vaksa nógv, og meira enn rakstrarútreiðslurnar. Vit síggja eisini, at útreiðslurnar til samferðslu og samskifti eru vaksnar við næstan 100 milliónum krónum, men inntøkurnar skulu vaksa tilsvarandi.
Mentamálaráðið
47,5 milliónir er krónutalið Mentamálaráðið fær afturat í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2010. Á íløgusíðuni fær ráðið umleið 26 milliónir krónur afturat og størsti parturin á íløgusíðuni í uppskotinum eru 28 milliónir krónur til skúladepil í Marknagili.
Samlaði raksturin verður somuleiðis umleið 20 milliónir hægri sambært uppskotinum. Hyggja vit at prosentunum av samlaðu køkuni, fær Mentamálaráðið í uppskotinum umleið eitt hálvt prosent afturat.
Heilsumálaráðið
Samlað fær Heilsumálaráðið 9 milliónir krónur afturat til íløgur, og samlaða rakstrarjáttanin er vaksin við næstan 20 milliónum krónum. Íløgurnar liggja millum annað í víðari umvælingini av sjúkrahúsinum, sum liggur á 34 milliónum krónum í uppskotinum til fíggjarlóg. Og Klaksvíkar sjúkrahús hevur fingið 3 milliónir krónur til íløgur í mun til 1 millión í 2009.
Somuleiðis hevur Suðuroyar sjúkrahús fingið 1,5 millión krónur afturat til íløgur. Alt er til umvæling ov viðlíkahald.
Á rakstrarjáttanini síggja vit millum annað, at Landsjúkrahúsið hevur fingið umleið 14 milliónir krónur afturat til rakstur.
Almannamálaráðið
Størsta partin av fíggjarlógini eigur Almannamálaráðið, og sambært fíggjarlógaruppskotinum fær ráðið enn meiri pening í 2010. Næstan 68 milliónir afturat fær ráðið at ráða yvir. Verður hugt at íløgunum sæst, at umleið 33,5 milliónir krónur kunnu verða afturat til íløgur. Av hesum, sum eru komnar afturat í uppskotinum, skulu umleið 27 milliónir nýtast til eldrasambýli. Umframt, at næstan 5 milliónir afturat skulu nýtast til bústovnar. Somuleiðis fær sjálvsognarstovnurin Alv fær 2 milliónir afturat.
Í rakstrarpartinum verða umleið 34 milliónir krónur afturat. Umleið 19 milliónir koma afturat rakstrinum í vanligu forsorgini og umleið 10 milliónir koma afturat til fyritíðarpensjón. Hesar eru báðar lógarbundnar játtanir.
Innlendismálaráðið
Ráðið, sum lutfalsliga hevur mist mest pening er innlendismálaráðið. Tað er serliga viðvíkjandi íløgunum, at ráðið er skert. Næstan 30 milliónir krónur færri eru til íløgur, og hetta kemst fyrst og fremst av, at játtanin til nýggjar vegir er skerd við 42 milliónum krónum.
Hinvegin eru millum annað 22 milliónir komnar í fíggjarlógaruppskotið til bjálving av almennum bygningum.
Raksturin verður í uppskotinum somuleiðis skerdur við umleið 44 milliónum krónum, og hetta sæst best aftur í stuðulsjáttanini á 42,5 milliónir krónur til Norðoyatunnilin, sum ikki er við longur, og tekniskt er ein rakstrarjáttan. Umframt, at raksturin hjá Landsverki verður skorin við umleið 14 milliónum.
Tó er annar rakstur sum hækkar.
Uttanríkisráðið
Peningaliga minsta ráðið á fíggjarlógini fær nakrar milliónir afturat at ráða yvir, um fíggjarlógaruppskotið verður verandi. Vanligi raksturin hjá ráðnum er minkaður eitt vet, men meiri peningur er fingið til vega at marknaðarføra Føroyar. Talið er 5 milliónir krónur. Hetta hevur við sær, at samlaði raksturin hjá ráðnum er vaksin við umleið 3 milliónum, og hevur við sær, at parturin av fíggjarlógini kann blíva til næstan 1,10 prosent í mun til 1,05 prosent í 2009.