Bleyt og hørð virði og populisma

Onkur hevur funnið uppá at siga, at nú skulu tey bleytu virðini raðfestast í staðin fyri tey hørðu, og so rópar alt í kór: “Ja, púra satt, tey bleytu virðini, tey bleytu virðini ..!!” Men tey fylgja ikki so frægt við í politikki, ella vilja tey ikki vita, at helst eingin samgonga nakrantíð hevur raðfest skúlaverk og almanna- og heilsuverk so frammarlaga sum henda

Eg skal bara stutt vísa á skúlaøkið, sum eg m.a.havi umsitið! Fólkaskúlin er frá 2003 til 2008 hækkaður við nærum 50 mió. kr., og helst ongantíð áður eru so nógvar lógarbroytingar gjørdar fyri at bøta um skúlan. Tað sernámsfrøðiliga økið hevur fingið einar 10 mió. aftrat, m.a. verða sernámsfrøðiligar tænastueindir settar á stovn kring landið. Miðnámsskúlarnir hava fingið 40 mió. aftrat – og á hesum økinum er eitt stórt endurskoðanararbeiði farið í gongd.

 

Játtanin til Læraraskúlan er hækkað, og eitt stórt lógaruppskot um samanlegging av Læraraskúlanum, Sjúkrarøktarfrøðiskúlanum og Fróðskaparsetrinum lá í tinginum, nú val varð útskrivað.

 

Á lestrarstuðulsøkinum hava vit fingið m.a. eina barsilsskipan, og forsyrgjarar, sum ganga í skúla, fáa nú 600 kr. eyka um mánaðin í stuðuli fyri hvørt barnið.

 

Alt hetta – og eg kundi nevnt so mangt annað – hevur við raksturin á fíggjarlógini at gera. Fíggjarlógin fer næsta ár upp um 4 mia. kr., og umleið ¾ av henni ella 3 mia. kr. fara til tey sokallaðu bleytu virðini, skúla-, almanna- og heilsuverk. Hetta eru 75% av fíggjarlógini.

 

Men tá ið tað so kemur til íløgurnar: tunlarnar (ella holini, sum tað so niðrandi verður sagt), skúlabygging, sjúkrahúsbygging o.s.fr., ja, so fara hvørt ár einar 200-300 mió til tað, t.v.s. ímillum 5% og 7% av fíggjarlógini!!

 

Hetta er veruleikin! Og tí er tað so nógv fyri, at hoyra hesi populistisku úttalilsini. Alt verður vent á høvdið. Vit hava m.a. hesi seinastu 3 árini samtykt at byggja miðnámsskúlar fyri 270 mió. kr.

 

Annars eri eg stoltur av, at eg havi sitið á løgtingi og í landsstýri, meðan m.a. undirsjóvartunlarnir til Vágoynna og til Klaksvíkar eru komnir – og ikki minni, at suðuroyingar nú hava fingið tunnil millum Øravík og Hov. Vit eiga at halda fram við at bora tunlar – tí vit síggja, hvussu teir binda oyggjarnar saman – og so hava teir so ómetaliga stóran týdning fyri “tey bleytu virðini” eisini.

 

Gott nýggjár!