Tórshavn: Íslendskir matsnillingr eru í hesum døgum á Hotel Hafnia og borðreiða við íslendskum mati fyri áhugaum føroyingum. Vitjanin er liður í samstarvið millum Restaurant Naust í Reykjavík og Hotel Hafnia í Havn.
Tú merkir beinanveg sermerkta luktin av hákallinum, tá stigið verður úr lyftini á Panorama á Hotel Hafnia. Har er eingin ivi um, at tú hevur gingið rætt. Tíðindafundurin, har íslendingar sýna fram íslendskan mat, verður hildin her uppi. Stuttligt at sleppa at smakka hákallin einaferð aftur,
Hjá teimum, sum leita sær á Hotel Hafnia at fáa ein bita um vikuskiftið, er forkunnugur matur á lepanum. Millum annað stórhvalatvøst, livrapylsa, seyðarhøvdasúlta, kókað hvítanýra, blóðpylsa og tann kendi hákallurin.
Okkara kokkur, Guðmundur, sum er íslendingur, greiðir frá, at samstarvið kom í lag á Travel Mart ferðavinnumessuni í fjør, tá íslendingarnir vóru í Føroyum. Tað er so vorðið til, at leiðslurnar matstøðunum hava gjørt av at vitja hvønn annan og borðreiða við ávikavist íslendkum mati í Havn og føroyskum í Reykjavík. Fyrsta vitjanin er tann hjá íslendingunum nú um vikuskiftið.
Saman við Jóannesi, kokki í Naustinum, greiðir hann frá tí, sum á borðinum er. Og sjálvandi ber ikki til at fara út aftur, uttan at hava smakkað. Má viðganga, at tað er fyrstu ferð, at hvítanýra er farið í mín munn, og tað smakkaði ikki illa.
Teir, Guðmundur og Jóannes, siga, at tey, sum ætla sær at smakka hvalatvøstið, helst eiga at skunda sær, tí nøgdin, teir hava við, er avmarkað. Og fyri at fáa sum mest burtur úr, vilja teir halda, at fólk skulu koma um vikuskiftið, tí tá verða íslendingarnir her og kunnu svara spurningum, fólk møguliga hava.
Annars verður íslendski maturin á matskránni hjá Hotel Hafnia í ein mánað ella so.










