Bleiv óður í flogfarinum

Nakrir føroyskir politistar høvdu eina øðrvísi uppliving í Kastrup í seinastu viku.

Teir vóru tríggir, sum høvu verið á skeiði og skuldu taka ein fanga við sær heim. Hesin skuldi fyri rættin seinasta mánadag.

Tey vóru komin í flogfarið at sita, tá ið maðurin fór at gera um seg, leikaði í, skríggjaði og rópti.

Har var ikki annað at gera enn at fáa mannin í land aftur og ringja til politiið í Kastrup. Hesir poltistarmir koyrdu so mannin aftur til Horserød.

Maðurin hevði sett í seg, at hann vildi ikki til Føroya fyrr enn sunnudagin, men tí slapp hann ikki at ráða fyri.

Hann varð koyrdur til Hirtshals og koyrdur í brummuna á Norrønu. Soleiðis kom hann til Føroya.

Í kvøld fer maðurin aftur til Danmarkar við Norrønu.

- Vit kunnu ikki bjóða ferðafólkunum í flogfarinum, at ein slíkur maður kemur við, sigur kriminalpolitiið.

(savnsmynd)