Bleiv tikin í tollinum

Royndi at smugla ólóglig rúsevnir inn í landið.

Heimferðin hjá einum føroyingi fekk ein keðiligan enda, tá viðkomandi í gjár bleiv tikin í tollinum á flogvøllinum við eini lítlari mongd av hassji á sær.


- Viðkomandi hevði knapt trý gramm av hassji á sær. Fyri at staðfesta, um viðkomandi hevði goymt fleiri rúsevnir innvortis, bleiv viðkomandi tikin á Landssjúkrahúsið og koyrdur í skannaran. Har var tó einki at finna, sigur vakthavandi á løgreglustøðini.


Viðkomandi kann sostatt vænta sær eina bót fyri at royna at taka ólóglig rúsevnir inn í landið.


Vakthavandi upplýsir, at tað gongur næstan ikki ein vika uttan, at tollvaldið á flogvøllinum steðgar fólkum, ið royna at taka ólóglig rúsevnir inn í landið.