USA: Bleiv sogin inn í jetmotor og doyði

Amerikanskir myndugleikar hava givið einum flogfelag bót, tí eitt starvsfólk - mamma við trimum børnum, sum arbeiddi á flogvøllinum í Alabama - varð sogin inn í jetmotorin á einum flogfari og læt lív.

 

34 ára gamla, Courtney Edwards, sum átti trý børn, læt lív í vanlukkuni á flogvøllinum í Alabama.

Óhugnaliga hendingin, sum rakti Courtney Edwards, fór fram nýggjársaftan á flogvøllinum í Alabama í USA, har hon var til arbeiðis. 

 

Texas-ávísin, Dallas Morning News, veit at siga, at arbeiðseftirlitið í USA (OHSA) nú hevur givið flogfelagnum Piedmont Airlines eina bót á 15.000 dollarar fyri hendingina.

 

34 ára gamla, Courtney Edwards, sum átti trý børn, læt lív í vanlukkuni.

 

Sambært ávísini gekk hon ov nær jetmotorinum á flogfarinum og varð sogin inn í motorin av "ógvusligum mátti" frá motorinum.

 

Arbeiðseftirlitið í USA staðfestir, at flogfelagið ikki hevði tryggjað arbeiðsplássið nóg væl, soleiðis at ein slík vanlukka ikki hendi. 

 

Fakfelagið, har Courtney Edwards var limur, Communication Workers of America (CWA), stúrir nú fyri, at flogfelagið fer at seta seg upp ímóti at rinda bótina, tó at tey halda, at bótin er lutfalsliga lítil í mun til vanlukkuna.

 

CWA hevur eisini sett í verk eina innsavning fyri at hjálpa teimum eftirsitandi hjá Courtney Edwards, børnum og familju hennara, og higartil hava tey savnað tað mesta av einari miljón krónum.

 

Allur peningurin, sum kemur inn, fer beinleiðis til mammu Courtney Edwards og soleiðis til ommuna hjá børnum hennara.

 

##med2##

 

 

 

34 ára gamla, Courtney Edwards, sum átti trý børn, læt lív í vanlukkuni á flogvøllinum í Alabama.

Soleiðis skrivar dallasnews.com um vanlukkuna.