Bleiv skrásettur í skeivari kommunu

Summi siga, at eitt mistak er gjørt. Onnur siga, at alt er ílagi

Sum tað sæst á grein aðrastaðni í blaðnum, er tað nú óvist, hvørja lagnu bygdaráðið í Sumbiar Kommunu. Eitt av valevnunum hevur klagað um mannagongdina, sum varð brúkt, tá ið bygdaráðsvalið varð avgreitt seinasta týsdag og hendan kæran skal nú viðgerðast í bygdaráðnum.

Tað er Finnbjørn Poulsen, sum hevur klagað um valið. Hann hevur búð uttanlands, men flutti heimaftur á sumri í 1999 og búsettust í Lopra, sum er í Sumbiar Kommunu.

Men á sjálvum valdegnum kom fram, at hann var ikki skrásettur í Sumbiar Kommunu, men í Vágs Kommunu og tí var hann heldur ikki valbarur har. Veljarar fingu at vita, at hann varð strikaður á listanum.

- Men mitt á valdegnum skrásetir Landsfólkayvirlitið meg í Sumbiar Kommunu og tey, sum komu at velja eftir døgverða fingu so at vita, at nú kundu tey velja meg , sigur hann. Men hann sigur, at hann var útihýstur frá valinum í einar fýra tímar. Tað kann hava ávirkað valúrslitið rættiliga nógv og tí hevur hann kært.

Á Landsfólkayvirlitinum ásanna tey, at tá ið hann flutti heim, varð hann av misgáum skrásettur í Vágs Kommunu, hóast hann búði í Lopra.

Men týsdagin verður tað gjørt vart við, at hann stendur skrásettur í Vágs Kommunu. Landsfólkayvirlitið flytir hann síðani suður til Sumbiar Kommunu sama dag. Nú stendur hann, at skrásettur til at hava búð í Sumbiar Kommunu frá 1.juli 1999, tá ið hann flutti heim.

Á fólkayvirlitinum í Vági siga tey, at har hava tey ongantíð fingið boð um, at Finnbjørn Poulsen er skrásettur har í kommununi.

Rannvá Poulsen, sum er formaður í valstýrinum í Sumba, sigur, at Finnbjørn Poulsen varð skrásettur at búgva í Sumbiar Kommunu tann 1. juli 1999.

-Onkusvegna bleiv tað lopið út í orð, at hann varð skrásettur í Vágs kommunu og tað elvdi til órógv. Men so kom eitt faks suður sum vísti, at hann var skrásettur í Sumbiar Kommunu. Men í teiginum, har gøtunavnið skuldi standa, stóð, Vágur. Postnummarið er eisini tað í Vági. Men niðri undir stóð Sumbiar Kommuna

Rannvá Poulsen sigur, at tað er eisini skeivt, at hann varð strikaður av atkvøðuseðlinum.

Hon sigur, at tað sær tó út til, at fólk hava misfatað støðuna og fingið tað til nakað annað enn tað var.

Sostatt hevur Finnbjørn Poulsen verið í Sumbiar Kommunu í hálvtannað ár og tískil hevur hann eisini fullan rætt til at verða uppstillaður, sigur Rannvá Poulsen.

Rannvá Poulsen sigur annars, at tað er avmarkað, hvat hon kann siga um málið, tí tað er valstýrið í Lopra, sum skipar fyri valinum har.

Formaður í tí er Árni Nielsen, men hann hevur ongar viðmerkingar yvirhøvur.