Bleiv raktur av spjóti

Ein myndamaður, sum var til skúlameistaraheitini í spjótkasti í statinum Utah, kom so nær, at eitt viltfarið spjót rakti hann í beinið Tað skal vera máti við at ganga høgt upp í sítt arbeiði. Myndamaðurin hjá dagblaðnum Ogden Standard Examiner, Ryan McGeeney, kom so nær, tá hann dekkaði skúlameistaraheitini í spjótkasti í statinum Utah í USA, at eitt viltfarið spjót rakti hann í beinið.

Spjótið fór tvørtur ígjøgnum beinið beint undir knænum, men lukkutíð fyri myndamannin rakti spjótið hvørki æðrar ella bein.

Hendingin fór fram um vikuskiftið á Brigham Young University í býnum Provo.

Ryan McGeeney varð fluttur við sjúkrabili til Utah Valley Regional Medical Cenre, har spjótið var tikið burtur. Hann bleiv seymaður við 13 pentum.

Sjálvur segði hann seg ikki fáa ilt av óhappinum og hann tók sjálvur mynd av hendingini.