Bleiv ov seinur til Brundtland

Norska blaðið Aftenposten skrivar, at Anders Behring Breivik ætlaði sær at vera á Utøya, tá fyrrverandi forsætisráðharrin, Gro Harlem Brundtland, var á oynni og vitjaði ungdómleguna hjá Arbeiðaraflokkinum.

Sambært blaðnum ætlaði Breivik at fremja álopið um middagsleitið fríggjadagin, tá Brundtland helt røðu fyri teimum umleið 600 leguluttakarunum. Undir avhoyringunum skal hann hava sagt løgregluni, at hann bleiv ov seinur út á oynna, soleiðis at Brundtland var farin haðani, áðrenn hann kom.

Í einari viðmerking á alnótini hevur Anders Behring Breivik umrøtt Gro Harlem Brundtland sum "landsmo(r)deren".