Bleiv milllióningur av óvart

Ein 55 ára gamal svii frá Höganäs norðan fyri Helsingborg gjørdist leygardagin 11,7 milliónir svenskar krónur ríkari ? av óvart. - Eg plagi altíð at keypa ein Harry Boy leygardagar, men eg gjørdi ein feil. Tá eg skuldi gjalda varnaðist eg, at tað var ein lottoseðil, eg hevði tikið, í staðin fyri ein V75 hestaseðil. Men gentan við kassan segði, at man ongantíð skuldi býta ein seðil um, so eg rindaði fyri lottoseðilin og keypti ongan Harry Boy, greiðir maðurin frá fyri Svenska Spel.

Ein Harry Boy er ein lynlotto til hestar, og tað er eitt spæl, sum ofta gevur enn meira enn lotto.

Íløgan upp á 100 svenskar krónur og viljin at lurta eftir gentuni við kassan gjørdi, at maðurin gjørdist fleirmillióningur hendan lukkuliga leygardagin.

- 11,7 milliónir eru nógvir pengar, so eg eri glaður um, at eg keypti seðilin. Serliga tí eg plagi at spæla upp á hestar ella tippa, og einki havi vunnið í tíggju ár, sigur maðurin.

Fyrst og fremst skal vinningurin nú hátíðarhaldast saman við familjuni.

- So fáa vit at síggja, men børnini skulu í hvussu er eisini hava gleði av vinninginum, sigur glaði vinnarin.