Bleiv løgmaður fríggjadag

Hóast Kaj Leo Johannesen, løgmaður, er skipsførari, so hugsar hann ikki um, at hann legði frá landi við samgonguni ein fríggjadag.

- Eg byrji túr, hvønn einasta dag, um tað skal vera, sigur løgmaður, sum leggur dent á, at hann ikki á nakran hátt hevur pátrúgv. Heldur ikki tá hann fekst við ítrótt, var pátrúgvin nakað hann hugsaði um.

Kaj Leo Johannesen gjørdist løgmaður fríggjadagin 24. septembur 2008