Bleiv heldur rótut í seinna hálvleiki

(Rás2) Hoyr Mariu H. Weyhe hjá H71 seta orð á 23-20 sigurin ímóti Neistanum

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi beinleiðis á Rás2 við Mariu H. Weyhe hjá H71, sum saman við liðfeløgunum á útivølli vann 23-20 (14-9) á Neistanum í bólki 1 í Faxe Kondi kappingini.

 

Maria H. Weyhe er sera væl nøgd við fyrra hálvleik, men hon viðgongur, at tað gjørdist heldur rótut í seinna hálvleiki, og tað sá ikki so gott út ta einu løtuna tá Neistin vann seg uppá javnt. Men eitt Time Out fekk sett tingini uppá pláss, og H71 kvinnurnar komu fyri seg aftur og bóru sigurin heim.

 

Maria H. Weyhe sær góðar møguleikar at koma víðari nú bara VÍF 2 er eftir at spæla ímóti í bólki 1 í Faxe Kondi kappingini.

 

Bólkur 1 – kvinnur

NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1VÍF27431434
2H7124147-62
3Neistin26432322
4VÍF 222291-690

Mikudagin 17.01.18 kl. 18.30 Neistin – VÍF 2 44-9
Sunnudagin 21.01.18 kl. 14.30 VÍF – H71 27-18

Sunnudagin 28.01.18 kl 14.30 VÍF 2 – VÍF 13-47
Mánadagin 29.01.18 kl. 20.00 Neistin – H71 23-20

Leygardagin 03.02.18 kl. 19.00 VÍF – Neistin
Sunnudagin 04.02.18 kl. 14.30 H71 – VÍF2