Bleiv bilurin við Dianu trýstur av vegnum?

Bilurin, sum Diana prinsessa og Dodi al-Fayed vóru í, kann hava stoytt saman við ein annan bil, bein áðrenn hann rendi á

Fransmaðurin Jean-Claude Catheline og kona hansara Annick vóru í gjár til avhoyringar hjá teirri serligu nevndini, sum kannar vanlukkuna, tá Diana prinsessa, Dodi al-Fayed og bilførari teirra, Henri Paul, doyðu í einum tunli í miðbýnum í París fyri tíggju árum síðani.

 

Catheline-hjúnini vóru úti og spákaðu fram við Seinen-ánni beint við tunnilsmunnan um náttina tann 31. august 1997. Tey halda uppá, at tey sóu tveir dimmar bilar koyra inn í tunnilin undir liðini á hvør øðrum. Løtu seinni hoyrdu tey eitt buldur og hvin frá bildekkum.

 

- Beint eftir at vit høvdu sæð teir báðar bilarnar, hoyrdu vit eitt ljóð, og tað ljóðaði, sum at tveir bilar stoyttu saman ella bóru við hvør annan. Hetta var beint áðrenn teir báðir bilarnir hvurvu inn í tunnilin, greiddi Jean-Claude Catheline kanningarnevndini frá.