Bleiv bara eitt brak

Bill McLeod Jacobsen, venjari hjá B68, ásannaði eftir dystin ímóti HB, at toftamenn møttu einum sterkum liði á heimavølli, men at tað kanska var brotssparkið og útvísingin tíðliga í dystinum, sum kostaði tapið í gjár:

– Vit sóu ein HB-ara detta uttan fyri brotsteigin, og Pól Jóhannus Justinussen var so óheppin at standa tætt hjá og fekk beinleiðis reytt kort, og tað kanska avgjørdi dystin. Fyri viku síðani fekk Jóhan Dávur Højgaard eisini reytt kort í Vágum, so tað eru tvær øgiliga keðiligar støður fyri okkum, sigur Bill.

– Men samanumtikið haldi eg, at tað fyri tað mesta var ein øgiliga væl spældur dystur frá báðum pørtum. Men tað, sum skuldi verið eitt oddabrak, bleiv bara eitt brak. Vit byrjaðu væl og fingu so mótgongd, men reistu okkum aftur og kundu havt fingið fleiri mál. Men tað var nokk betra liðið, sum vann.