Blé skal spæla í 2. deild

Evrard Blé hevur funnið sær nýtt føroyskt felag

Hin 33 ára gamli Evrard Blé, sum er miðvallari og ættaður úr Fílabeinstrondini, er eitt vælkent navn í føroyskum fótbólti. Síðani 2005 hevur hann spælt fótbólt í Føroyum, og hevur tað altíð verið í bestu deildini, at hann hevur gjørt um seg. Hetta verður tó broytt nú.

 

Blé byrjaði annars hetta kappingarárið sum KÍ-leikari, men stutt undan summarsteðginum fór fílabeinsstrandingurin og felagið hvør til sítt. Aftaná nakrar mánaðir, har hann ikki hevur gjørt um seg í føroyska fótbóltsheiminum, hevur Blé tó funnið sær nýtt felag.

 

Heldur óvæntað verður tað Giza/Hoyvík, sum spælir í 2. deild, sum fær gleði av fótbóltseginleikunum hjá Evrard Blé. Hetta kunnger felagið á sínari Facebook-síðu í kvøld. Seks dystir eru eftir av kappingarárinum í 2. deild. Í fyrstu syftu fevnir avtalan millum Giza/Hoyvík og Blé bara um hesar seks dystirnar.

 

Giza/Hoyvík verður áttanda føroyska felagið, sum Evrard Blé umboðar. Hann hevur áður spælt við VB/Sumba, AB, Víkingi, 07/Vestur, B36, B68 og KÍ.

 

Hinir báðir leikararnir, ið síggjast á myndini, eru eisini nýggj andlit í hópinum hjá Giza. Teir eru Petur Meinhard Magnussen, málverji, og Jóannes Martin Johannesen.