Evrard Ble og VB/Sumba skrivaðu fríggjakvøldið undir sáttmála. Hetta er tvey ára sáttmáli. Evrard Ble og VB/Sumba hava sostatt longt samstarvið, tí Ble hevur í ár verið týðandi partur av liðnum í 1. deild hjá VB/Sumba.
Evrard Ble er av Fílabeinstrondini, men hevur, innan hann kom til VB/Sumba, verið í Danmark í 5 ár og spælt fótbólt og var hann knýttur at AAB, FC Aarhus og FC Nordjylland. Evrard Ble er 23 ára gamal.