Enn eru tíðindini ikki endaliga váttað frá leiðsluni í AB, men sum skilst, so eru allir lutir í málinum greiddir. Hetta treytað av, at spæliloyvið hjá spælarunum verður flutt til AB í kvøld.
Evrard Ble hevur verið ein av mest týðandi spæalarunum hjá VB/Sumba seinnu árini, og lítil ivi er um, at hann verður sæddur sum ein lyklaspælari, um AB skal bjarga sær framhaldandi sess í Formula-deildini.
Johan Ellingsgaard hevur havt trupult við at fáa spælitíð á besta B36-liðnum í ár, men hann hevur av fleiri verið mettur sum ein av teimum, sum felagið skal byggja framtíðina á.