Blatter vil víðka HM

Eftir eitt rættiliga væl eydnað HM fyri feløg ætlar FIFA-forsetin, Sepp Blatter, sær nú at viðka kappingina. Fyrstu ferð, at kappingin varð skipað við bólkaspæli, var í 2000, men eitt nú tóktist Manchester United at taka lætt upp á ta uppgávuna, og tí varð konseptið broytt eftir hetta. Tær báðar seinastu ferðirnar hevur talan soleiðis bert verið um hálvfinalu og finalu, og tað hevur eydnast væl. – Fortreytin fyri, at kappingin skal rigga, er at eisini Champions Leagu vinnararnir úr Europa taka hana í álvara. Og við at koma til Japan eina viku undan fyrsta dystinum var tað júst hetta, sum Milan gjørdi. Og tí haldi eg, at vit aftur eiga at hyggja at upprunaliga konseptinum fyri kappingina, sigur Sepp Blatter.