Blatter vil hava graslíki

Sepp Blatter, FIFA-forseti letur nú dyrnar upp fyri, at heimsmeistaraskapið í fótbólti, sum verður í Suður-Afrika í 2010 kann verða leikt á fjórða ættarliðs-graslíki. - Vit hava havt fleri fundir um hetta, men vit hava ikki tikið nakra endaliga avgerð, um HM í 2010 skal verða leikt á graslíki. Tað er uppá tíðina, at Afrika byrjar at hugsa um at nýta graslíkið, sigur Sepp Blatter. FIFA hevur stuðlað einari verkætlan, sum hevur lagt ein graslíkisvøll í hvørjum av teimum 53 afrikonsku limalondunum, Suður-Afrika undantikið.