Mikudagin vóru meiri álvarsligar uppgávur á skránni hjá Joseph S. Blatter, um ein kann siga tað so. Mikumorgunin var hann bjóðaður til morgunmat hjá Føroya løgmanni, Kaj Leo Holm Johannesen, og eftir at klokkan var 10, fór hann til Fótbóltssamband Føroya á Tórsvølli, har hann skuldi klippa ein reyðan tráð sum tekin um, at FIFA hevur stuðlað verkætlanini á Tórsvølli.
Fitt av fólki var savnað á Tórsvølli, har føroyska landsliðið, sum fyrireikar seg til tveir undankappingardystir ímóti Svøríki fríggjadagin og Írlandi týsdagin, vandi samstundis á Tórsvølli.
Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, Petur Elias Petersen, ÍSF-forseti, og nógvir fyrrverandi FSF-formenn vóru eitt nú millum tey uppmøttu.
Stutt fyri klokkan 11 klipti Joseph S. Blatter tráðin, sum staðfesti, at FIFA hevur stuðlað verkætlanini á Tórsvølli. Eftir hetta var farið á tíðindafund inni í hølunum hjá FSF, men av tí at blaðið fór til prentingar í somu løtu, var ikki møguligt at fáa nakað við av hesum fundinum.
Joseph S. Blatter og fylgi hansara fóru avstað við egnum flogfari mikudagin seinnapart við kós ímóti Zurich í Sveis.