Blatter kemur til Føroya mikudagin

FIFA-forsetin kemur mikudagin til Føroya á vitjan. Hann kemur við flogfari beinleiðis úr Grønlandi. Á flogvøllinum í Vágum verður ferðalagið móttikið av forseta og aðalskrivara í FSF saman við Jørgen Niclasen, landsstyrismann í uttanríkismálum.

Eftir móttøkuna á flogvøllinum verður farið til Miðvágs, har forsetin í FIFA skal hyggja eftir einum sparkivølli. Síðani verður samkoma fyri innbodnum í pakkhúsinum í Bø.

Hósmorgunin verður vitja hjá Kaj Leo Johannesen, løgmanni. Eftir vitjanina hjá løgmanni verður vitja í FSF húsinum, har eisini tíðindafundur verður.

Hósmorgunin kl. 11.00 bjóða Tórshavnar Kommuna og FSF til samkomu fyri innbodnum í Mullers Pakkhúsi.

Forsetin fyri FIFA við fylgi fer avstað aftur úr Føroyum seinnapartin hósdagin