Ferðalagið hjá Blatter skuldi fyri løtu síðani flúgva úr Grønlandi beinleiðis til Føroyar, men vánaligu floglíkindini hava forðað fyri hesum.
Beint áðrenn fráferð varð boðað frá, at flogfarið ikki ger nakra roynd at lenda í Vágum. Flogið verður til Keypmannahavnar ístaðin.
Í Keypmannahavn verður støða tikin til vitjanina í morgin fyrrapart.
Tað boðar heimasíðan hjá FSF frá í dag.










