Mikudagin slepti etiska nevndin hjá FIFA eina bumbu, tá boðað varð frá, at nevndin hevði avgjørt at suspendera forsetanum í felagnum, Sepp Blatter, í 90 dagar. Í gjár bórust so tíðindini, at nevndin eisini hevur valt at suspendera forsetan í UEFA, Michel Platini.
Sepp Blatter skuldi eftir ætlan leggja frá sær á einum eykaaðalfundi 26. februar, aftaná at fleiri oddafólk í felagsskapinum, harímillum Sepp Blatter sjálvur, eru vorðin skuldsett fyri fíggjarligt svik, men nú tykist, at máttmikli forsetin í FIFA hevur ongar ætlanir um at verða trýstur úr starvinum áðrenn tíð.
Sambært donsku heimasíðuni TV2, so upplýsti advokaturin hjá Blatter, Richard Cullen, í morgun, at avgerðin um at suspendera forsetan er kærd til kærunevndina hjá FIFA. Sostatt hava bæði Blatter og Platini kært avgerðina hjá etisku nevndini.
Avgerðin at suspendera Platini og Blatter varð tikin aftaná, at sveisiskir myndugleikar hava reist ákæru móti Blatter, ið er undir illgruna fyri ólógliga at hava goldið Platini tvær milliónir sveisiskar frans.