Í morgun var Joseph S. Blatter, FIFA-forseti, gestur hjá Fótbóltssambandi Føroya, har hann eitt nú klipti ein snór og avdúkaði eina plátu sum tekin um, at FIFA stuðlar verkætlanini á Tórsvølli.
Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, Heðin Mortensen, borgarstjóri, og fyrrverandi forsetar í FSF vóru við til handanina, sum fór fram meðan føroyska A-landsliðið vandi á vøllinum í fyrireikingunum til undankappingardystirnar ímóti Svøríki og Írlandi fríggja- og týsdagin.
Joseph S. Blatter fegnaðist um graslíkið, sum nú var lagt á Tórsvøll. Hann hevur nevniliga verið ein av undagongumonnunum í strembanini eftir at fáa góðkendar graslíkisvallir, og á tíðindafundinum aftaná var hann týðiliga fegin um hetta.