Blatter hóttir Spanien

At hugsa sær til Champions League, UEFA Cup ella EM endaspælið í summar uttan spanska luttøku.

 

Men tað kann gerast veruleiki, um FIFA-forsetin Sepp Blatter ger álvara av hóttanum sínum móti sponsku stjórnini. Hetta tí stjórnin kroystir spanska fótbóltssambandið (RFEF) til at halda val áðrenn OL, og tað er nakað, ið ikki líkar Blatter.

 

Heldur spanska stjórnin fram við at blanda seg í fótbóltsviðurskifti, mugu teir rokna við, at teirra landslið og feløg verða útihýst frá altjóða kappingum, sigur sveitsarin í fleiri sponskum miðlum í dag.

 

Teirra landslið fer ikki at kunna luttaka í EM kappingini í summar, og feløgini sleppa ikki at halda fram í Champions League og UEFA Cuppini, sigur Blatter.

 

Spanska stjórnin hevur heitt á øll sambond, sum ikki eru við til OL í august, um aqt halda val, áðrenn leikirnir byrja. Valini í sersambondunum í Spanien eru stýrd og undir eftirliti av ítrórraráðharranum. Men FIFA ynskir sjálvt at stýra fótbóltinum, skriva donsk bløð