Forsetaval er í FIFA í kvøld. Tey 209 limalondini skulu nú velja, hvør skal stjórna teimum komandi 4 árini. Fyri at vinna, skal annað valevni fáa yvir tveir triðingar av atkvøðunum. Um hvørgin fær yvir tveir triðingar av atkvøðunum, verður eitt valumfar afturat, har tað einans er neyðugt at fáa yvir helmingin av atkvøðunum.
Hvørt limaland hevur eina atkvøðu. Tað merkir, at 53 atkvøður eru úr Evropa, 54 úr Afrika, 46 úr Ásia, 35 úr norður- og miðamerika og karibiska havinum, 10 úr suðuramerika og 11 úr Oseania.
Seinastu forsøgnirnar benda á, at Blatter verður afturvaldur. Mett verður, at hann hevur um 135 atkvøður. Tó so, Ali, prinsur í Jordan, sigur seg hava allar evropisku atkvøðurnar og eini 60 afturat, sum lyftir hann upp um 50 prosent av atkvøðunum.
Ivamál eru tó sett við, um pástandurin hjá prinsinum er sannur. Tó at hann allarhelst fær allar evropisku atkvøðurnar, so verður mett, at Sepp Blatter fær allar tær 54 atkvøðurnar úr Afrika, umframt nærum allar 46 úr Asia. Mett verður eisini at um helvtin av teimum 35 atkvøðunum úr norðuramerika. Saman við nøkrum atkvøðum úr suðuramerika og Oseania, er líkt til, at Blatter fær væl yvir helmingin av atkvøðunum.
Tó so, kanska hevur rumbulið seinastu dagarnar flutt onkra atkvøðu.
Valið, ið er loyniligt, byrjar klokkan 16.00 føroyska tíð og væntandi verður vinnarin kunngjørdur áðrenn klokkan 17.00.
Fyrr í vikuni heitti Michel Platini, forseti í UEFA, á Sepp Blatter um at leggja frá sær. Les eisini Hóttir við at taka Evropa úr FIFA
Christian Andreasen, forseti í FSF, segði í gjár við Rás 2, at alt kann henda í hesum forsetavalinum. Les eisini Alt kann henda
Og her fæst at vita, hvørjum FSF atkvøðir fyri. Les eisini Hesum atkvøðir FSF fyri