Keypmannahavnar, har tey hava ligið nátt.
Veðrið er framvegis vánaligt í Føroyum, og tískil er vitjanin nú avlýst, og ferðalagið fer úr Keypmannahavn til Zurich hvørja løtu.
Blatter skuldi vitja FSF, vitja løgmann, Tórshavnar Býrað, formenninar í føroysku feløgunum umframt fyrrverandi nevndarlimir.
- Vit harmast um, at hetta ikki var møguligt á hesum sinni, og vóna vit, at Blatter fær høvi at vitja okkum innan alt ov langa tíð, sigur Christian Andreasen, FSF forseti.
Tað boðar heimasíðan hjá FSF frá í dag.