Brádliga vóru teir at hoyra á Countryfestivalinum og á ymisku rásunum, og fyri stuttum vunnu teir eisini FMA heiðursløn fyri ársins sang.
Bólkurin Blátt Gras hevur veruliga gjørt vart við seg, síðani teir góvu fløgu út í fjør, við sangum sum There is room at the table og Sonurin.
Nú vitjar bólkurin í Suðuroynni, og verður Vágs Kirkja karmur um eina hugnaliga løtu við góðum tónleiki í kvøld kl 21.00.









