Blásti av meðan bólturin var á veg í málið

(Kykmynd) Síggj margháttligu dømingina hjá Trevor Kettle í ensku League Two

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj margháttligu dømingina hjá enska dómaranum, Trevor Kettle í einum dysti í fjórðbestu ensku fótbóltsdeildini, sum nevnist League Two.

 

Støðan er 0-0, og tíðin Trevor Kettle hevur lagt aftrat í dystinum millum AFC Wimbledon og Accrington Stanley er um at verða liðug. Og Trevor Kettle er bókstaviligur við sínari tíðartakan. Accrington Stanley skorar til 0-1, men eitt splitsekund áðrenn bólturin fer innum málstrikuna bríkslar Trevor Kettle dystin av, so Accrington Stanley ikki fær sítt sigursmál viðurkent, tí tíðin er farin.

 

Sum sæst á upptøkuni, so eri spælararnir hjá Accrington Stanley - av góðum grundum - ógvuliga frustreraðir um hesa margháttligu dømingina hjá Trevor Kettle, sum kostaði Accrington Stanley tvey týðandi stig í League Two. 

 

Accrington Stanley liggur átta stig frá einum uppflytingarplássi. Hevði málið ímóti AFC Wimbledon verið viðurkent, so vóru teir bara seks stig frá einum uppflytingarplássi. Trý tey ovastu liðini í League Two flyta upp í League One. Nummar 4 til 7 spæla uppflytingardystir um rættin til at flyta upp í League One.