Í dag hava sumbingar sligið tunnu, sum siður er, og kavaveðrið er ongin forðing. Í kvøld spælir Blanding til dans í Sumba Heilt serligi tunnuslátturin í Sumba hevur verið í dag, hóast kavaveðrið. Í kvøld er veitsla og í kvøld er almennur dansur í Sumba, har limir úr Blanding spæla til dansin.
Sumbingar gera nógv burturúr og eru í serligum búnum, tá tunnusláttur er , og sligið verður allan dagin, tí tunnurnar eru væl styrktar. Ein tunna er til mannfólk og ein onnur til konufólk.