Tá ætlaða hátítðarhaldið fyri nýggja Smyrli á Tvøroyri væntandi fer av bakkastokki leygardgin, verður tað Ein Blanding, sum spælir til dansin um náttina
Ein rúgva av tónleiki er á skránni fyri móttøkuna av nýggja Smyrli á Tvøroyri leygardagin. Hetta sæst í skránni fyri dagin. Á kvøldi er dansur og tá verður tað bólkurin Ein Blanding, ið spælir til dansin. Bólkurin er mannaður úr bæði norðaru og syðru helvt av Suðuroynni og á odda leygarkvøldið við mikrofonina koma at standa Jonhild A. Nielsen og Hans J. Hjelm. Og óvist er, um ikki fleiri av solitunum á Tvøroyri, sum syngja til móttøkuna um dagin, eisini koma á pallin á kvøldi. Har eru t.d. Guðrun, Brandur og onnur, ið tóku lut á jóansøkufløguni Dýrd. Tónleikur merkir alt vikuskiftið á Tvøroyri, har fleiri nøvn fara á pall fríggjakvøld og leygarkvøld, t.d. Deiggj í Klubbanum, Eyðun N., Brandur og Tróndur hjá Thomsen, Sic og onnur hava konsert í TB húsinum og Blanding í høllini.