Blandar seg ikki

Jóhan Dahl hevur ongar viðmerkingar til, um hann fer at leggja lóg fyri Tingið at Strandfaraskipini verða undantikin einum møguligum verkfalli.

Sum kunnugt slitnaðu samráðingarnar millum lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum og Skipara- og Navigatørfelagið og Maskinmeistarafelagið. Hetta merkir, at semingsmenn nú eru komnir upp í samráðingarnar.
Tað eru teir báðir Jógvan Amonsson og Alfred Petersen, sum skulu royna at fáa semju partanna millum.
Jógvan Amonsson sigur, at teir hava boðað pørtunum frá, at teir eru so upptiknir í løtuni, at tað verður ikki fyrstu dagarnar, at teir taka upp semingina.
- Hetta hava partarnir góðtikið, og vit hava av góðum grundum ikki havt stundir at sett okkum inn í smálutirnar í samráðingunum og duga tí heldur ikki at siga, hvat knútapunktini eru, sigur Jógvan Amonsson.
Tá samráðingarnar vóru millum lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum og Starvsmannafelagið ljóðaði, at Jóhan Dahl var til reiðar at leggja uppskot fyri Tingið um at undantaka Strandfaraskipini einum verkfalli, men landsstýrismaðurin sigur, at hann als ongar viðmerkingar hevur til støðuna.
- Vit hava havt samband við fakfeløgini, og tey tóktust positivt innstillað at finna eina loysn við Strandfaraskipunum, og tí hevði tað verið skeivt av mær at melda nakað út, nú feløgini samráðast um ein nýggjan sáttmála, sigur Jóhan Dahl.