Fólkaheilsuráðið – sum fyrr nevndist Fyribyrgingarráðið – hevur onga støðu til, um vit skulu loyva sterkum øli í Føroyum ella ikki.
- Tað einasta, ið vit hyggja eftir, er fordeilingin av rúsdrekka, og tað er í høvuðsheitinum trý ting, vit arbeiða út frá. Og tað er atkomiligheit, hugburður og prísur, sigur Pál Weihe, formaður í Fólkaheilsuráðnum.
Hann sigur, at tað kann vera líkamikið, um fólk drekkur sterkt øl ella ikki, og um hetta kann keypast í Føroyum ella ikki.
- Tað vil altíð verða so, at misnýtarar finna fram til tað slagið, sum gevur mest alkohol fyri pengarnar, og tí er tað ein uppgáva, at tað ikki skal loysa seg peningaliga at keypa sterkari sløg, sigur Pál Weihe.
Føroyingar drekka í meðal 6-7 litrar av reinum alkoholi um árið, og fremsta uppgávan hjá Fólkaheilsuráðnum er at halda samlaðu nýtsluni niðri á teimum tølunum.
- Vit blanda okkum ikki í, um ølið er sterkt ella veikt, og vit hava heldur ongantíð úttalað okkum um hetta. Tí hava vit heldur onga støðu til hetta nýggja uppskotið um loyvi at bryggja sterkt í Føroyum, sigur Pál Weihe.