Blandað kirkjukonsert á Toftum

Í kvøld fer Kirkjukórið á Toftum at hava konsert í Fríðrikskirkjuni. Á skránni eru sálmar, onkur vársangur og altjóða kirkjutónleikur. Eyðbjørg Hansen og Magnus Neslíð fara at syngja solo, og Martin Restorff Jacobsen prestur hevur klaverfylgispæl.

Kórleiðari er Mikael Jóhan Heinesen. Harafturat fer Kári Sverrisson at syngja tríggjar kingosálmar.

Kirkjukórið á Toftum fyrireikar seg annars til eina kórferð til Finnlands í september. Ferðin verður gjørd saman við Vágakórinum og Kirkjukórinum Ljómi í Vági.

Konsertin í Fríðrikskirkjuni byrjar kl. 20.