Blandað kensla

Pól Thorsteinsson hjá B36 tykist vera alt annað enn nøgdur um, at teir bert hava fingið javnleik í tveimum heimadystum á rað.
- Tað er bestemt ikki nóg gott. Hinvegin má eg siga, at meðan eg var vónbrotin av stigamissinum móti KÍ, so er kenslan eitt sindur øðrvísi hesaferð. Tað ferðina mistu vit jú trygga leiðslu, meðan vit hesaferð vinna okkum aftur, hóast vit eru í undirtali, so fortreytirnar eru nakað øðrvísi.
- Hinvegin, so hava vit møguleikar at avgera dystin, og tí er tað kanska ein heldur løgin kensla, sum vit sita. Partvíst, tí vit eru nøgdir um at megna javnleikin, men partvíst eisini, tí vit missa stig á heimavølli, har vit hava møguleika at avgera dystin, segði Pól Thorsteinsson um dystin.