Blandað í borðtennis

Úrslitini hjá føroyska liðnum vóru yvirhøvur ov óstøðug sunnudagin, og spurningurin er, hvat liðið kann vinna inn aftur mánadagin

 

Borðtennis


Borðtennislandsliðið hjá Føroyum fór undir liðkappingina ígjár, og yvirhøvur var talan um eina blandaða uppliving.

Fyrsti dysturin var móti Saaremaa, og longu undan byrjanini førdu Føroyar 3-0, tí Saaremaa ongar kvinnur hevur á liðnum. Talan varð sostatt bert um mansdystir, og her vann Kjartan Eli Hentze báðar sínar singlur, meðan Finnbjørn Zachariasen vann eina, soleiðis at samlaða úrslitið av dystinum gjørdist 6-1 til Føroyar.


Guernsey styrkt

Síðani varð dystast móti Guernsey, og undan dystinum høvdu føroyingar góðar vónir um dystin. Tað skuldi tó vísa seg, at Guernsey er farið nógv fram síðani seinastu leikirnar, og ikki minst kom tað illa við, at Kjartan Eli tapti í fyrsta dystinum hjá sær.

Einastu sigrarnir, sum Føroyar fingu í hesum dystinum vóru seinni einmansleikurin hjá Kjartani Eli og blandaði tvímansleikurin, har Kjartan Eli og Maria Petersen umboðaðu Føroyar.

Hóast úrslitið ikki var eftir vild, so tóktust føroyingar eftir dystin at ásanna, at talan hevði verið um sterka mótstøðu, og at Guernsey høvdu tikið seg nógv fram síðani seinastu leikirnar. Til komandi dystirnar eru vónirnar ógvuliga blandaðar, og spurningurin er, hvussu langt føroyska fer at røkka hesaferð. Heiðursmerki verður talan neyvan um.