Anna Kathrina Højgaard letur upp áhugaverda framsýning av fotomyndum í Smiðjuni í Lítluvík í morgin klokkan 15. Hetta er ikki fyrstu ferð, at fotografurin, Anna Kathrina Højgaard, hevur framsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Tað hevur hon havt nógvar ferðir áður síðan einaferð í áttatiárunum.
Í morgin verður so aftur høvi at síggja myndir og onkran málning hjá fotografinum og listarkvinnuni.
Anna Kathrina Højgaard hevur valt at kallað hesa framsýning ?Blandað bomm?, sum er eitt forvitnisligt heiti til eina fjølbroytta framsýning, sum rúmar eitt sindur av hvørjum.
Myndirnar hjá fotografinum eru ymsastaðni úr umhvørvinum - í fyrsta lagi úr føroyskum umhvørvi, men onkur einstøk mynd er úr suðurlondum, har hon hevur verið og ferðast.
Millum myndirnar hjá Onnu Kathrinu eru eisini sonevndar reflektiónir ella speglingar.
- Hetta eru fotomyndir, men eg vil ikki siga, hvar eg havi tikið tær, sigur hon, tá Portalurin vitjar inni á gólvinum, meðan hon ger klárt til framsýningina, sum letur upp í morgin klokkan 15.
Framsýningin hjá Onnu Katrinu Højgaard í Smiðjuni í Lítluvík verður opin frá í morgin til og við mikudagin í næstu viku, tá framsýningin letur aftur.
Opið verður soleiðis hvønn dag teir næstu dagarnar frá klokkan 15-18.