Blandað bomm!

10. floksætlan í Tórshavnar kommunu og heildarætlan fyri Tórshavnar Kommunuskúla – tvey ymisk mál!

Tað er hugstoytt at Tórshavnar Kommunu ger hvønn næming upp í pengum, ístaðinfyri at taka atlit til námsfrøðina, sum skal bera næmingarnar fram á leið.

Marin Katrina Frýdal hevur eitt lesarabræv í bløðunum í vikuni. Brævið er ein undarlig avdúking av, hví 10.floksnæmingar í Kommunuskúlanum eftir hennara tykki koma at gera, at røktarheim í kommununi verða útsett í ókendar tíðir. Ein heilt sjaldsamur pástandur, sum ein bara kann standa púra spyrjandi yvir fyri, serliga tá veruleikin er tann, at Býráðið fyri kortum samtykti at hækka skattaprosentið í kommununi við 1%, við tí fyri eyga at byggja eitt røktarheim.

Hví skal 10. flokkur fara at kosta so ómetaliga nógv knappliga, hann hevur verið í skúlanum í so mong ár uttan nakran eyka kostnað? Tað er ein løgin máti at umrøða skúla uppá - , bygningar og milliónir, og bert tað. Hví ikki viðgera tað, sum tað snýr seg um, tað námsfrøðiliga, tað innihaldsliga ?
Í álitinum um 10.flokk, varð lagt upp til at, sjálvstøðugur bygningur skuldi byggjast til 10.flokk, sjálvstøðug leiðsla skuldi verða og at lærarar burturav skuldu arbeiða í 10.flokki. Nú vit skriva 2009 eru ongar av hesum fortreytunum til staðar, og tí kann hettar álitið, ikki gerast grundarsteinur undir komandi 10.floksundirvísingini í Tórshavnar kommunu.

Tíðin er komin at kalla ein spaka fyri ein spaka. Um Tórshavnar býráð vil sleppa undan at seta í verk, leingi umrøddu, heildarætlanina fyri Tórshavnar Kommunuskúla, har bygningar skúlans verða dagførdir eftir eini ætlan, sum býráðið hevur gjørt saman við skúlanum og arkitekti, so er bara at siga tað, sum tað er.

Tað er skylda hjá kommunala myndugleikanum at dagføra skúlabygningar. Hetta hevur í nógv ár ligið á láni, og tí er støðan, sum hon er. Seinastu býráðssetu eru pengar settir av til nýggjar skúlabygningar og umvælingar á verandi skúlum í kommununi, og tað er gleðiligt.
Men nú, farast skal undir at dagføra størsta skúlan í kommununi, er vent í holuni.
Tórshavnar býráð hevur sjálvt lagt upp til heildarætlanina, skúlin hevur eisini verið við í hesum arbeiði og tekur fult undir við hesum útspæli frá býráðnum. At man nú frá býráðsins síðu vil skáka sær undan hesi ábyrgd, er óskiljandi. Harafturat er tað ikki virðiligt at seta tørvin hjá øðrum samfelagsborgarum í kommununi upp ímóti tørvinum hjá skúlabørnum.
Tað eigur at vera ein sjálvsagdur rættur, at børn og ungdómar hava góðar umstøður til at nema sær kunnleika.

Innihaldsliga hava lærarar og leiðsla í Tórshavnar Kommunuskúla tikið eitt ódnartak fyri at fáa nútíðarhóskandi undirvísingarleist inn í skúlan og við góðum úrsliti. Undirvísingarleisturin í 10. flokkunum hevur seinastu árini verið ein sólskinssøga. Næmingar eru komnir frá øllum skúlum í kommununi til Tórshavnar Kommunuskúla at taka 10.floks prógv. Hetta borgar fyri, at áhugin fyri hesum undirvísingarleisti er góður, bæði millum næmingar og foreldur. Tórshavnar Býráð hevur ongan eyka kostnað havt av 10. floksnæmingunum í skúlanum og fer framhaldandi heldur ikki at hava tað.
Tórshavnar Kommunuskúli er sera væl fyri á tøkniliga økinum, harvið er skúlin førur fyri at geva næmingum nútíðarhóskandi undirvísing, har tøkni er sjálvsagdur lutur. Hetta er ein fyritreyt í nútíðar undirvísing, um hon skal geva meining. Hendan íløgan er gjørd í Kommunuskúlanum, sum tí einasta skúlanum í býnum, tvs. eingin eyka útreiðsla stendst av at fáa til vega tøkni til skúlan.

Tað er sera óvirðiligt at fara út og siga, at 10. floks næmingar hava við sær eyka kostnað, og brúka hetta sum undanførslu fyri umvælingarætlanini, sum allir avvarðandi partar hava góðtikið.

Vil Tórshavnar býráð heldur gera enn eina lappaloysn fyri skúlan, so er hetta eitt val sum Býráðið ger, og má standa til svars fyri - um so er, má havast í huga, at lappaloysnir í seinasta enda kosta meira!

Málini um framtíðar 10. flokk og málið um heildarætlanina fyri Tórshavnar Kommunuskúla eru tvey ymisk mál og eiga tí at verða viðgjørd hvør sær.

Í heildarætlanini skal atlit takast fyri bygningum skúlans. Hendan ætlan, sum langt síðani skuldi verið førd út í lívið av ábyrgdaranum á økinum, er púra klár at seta í verk.
Viðvíkjandi ætlanini við 10.flokkunum í kommununi eru heilt onnur atlit at taka, fyrst og fremst námsfrøðilig atlit. Tá grundleggjandi fortreytirnar sum 10.floksálitið er bygt á, ikki eru til staðar, má nýggjur leistur gerast.
Tórshavnar Kommunuskúli hevur uppbygt ein serligan undirvísingarleist fyri 10 flokk og á henda hátt víst í verki, at áhugi er fyri hesum aldursbólkinum. Hví taka næmingar úr tí skúlanum í kommununi, har miðvíst arbeiði er gjørt fyri at menna 10.floksundirvísingina við sera góðum úrsliti?


Andrea Heindriksdóttir, forkvinna í skúlastýrinum fyri Tórshavnar Kommunuskúla.