Blandaðar kenslur

Dysturin í Runavík leygardagin var fyribils seinasti dysturin hjá Rógva Jacobsen í reyðu og svørtu strípunum hjá HB, sum í komandi mánað fer til Íslands, har hann skal spæla við sigursvanda KR úr Reykjavík.

Við tólv málum í landskappingini gjørdist Rógvi Jacobsen toppskjútti hjá føroyameistarunum úr HB. Komandi kappingarár skal havnarliðið hava nýggjan toppskjútta, tí Rógvi skal næstu tvey árini spæla við íslendska KR.

Fari at sakna liðið
Rógvi Jacobsen segði eftir dystin, at tað var við ikki sørt av blandaðum kenslum, at hann tók ímóti gullheiðursmerki, tí hetta var samstundis seinasti dysturin hjá honum í HB fyribils. ? Eg fari at sakna liðið ómetaliga nógv, tí vit hava havt eitt serstakliga gott samanhald. Vit hava ikki bara verið savnaðir til venjing, tí vit hava gjørt øll møgulig onnur ting saman, sigur hann.
Í farnu viku var Rógvi sjálvur í Íslandi og hugdi at umstøðunum í KR, og hann letur bara heilt væl at. Í fyrstu atløgu verður tað bara fótbóltur á skránni, men gerast dagarnir ov langir, kann væl verða at fara at arbeiða eisini, sigur Rógvi Jacobsen, ið er útbúgvin timburmaður.
Tá ið vit spyrja Rógva, um dysturin móti NSÍ leygardagin bara var ein slíkur dystur, ið skuldi avgreiðast, svarar hann avgjørdur, at tað var tað ikki, tí teir vildu veruliga vinna dystin.
? Eg haldi ikki, at byrjanin av dystinum var nakað serligt, men aftan á fyrsta málið, kom meiri lív í dystin, og eg haldi, at vit høvdu yvirvág, men vit brendu ov nógvar kjansir, sigur hann.
Spurdur um tað verður stórur saknur í Rógva Jacobsen í HB komandi kappingarár, sigur høvuðspersónurin sjálvur, at tað væntar hann avgjørt ikki. ? HB hevur so ótrúliga nógv gott ungt fólk, sum er klárt til at taka yvir, so eg beri ongan ótta fyri komandi kappingarári, sigur Rógvi Jacobsen at enda.