Fyri aðru ferð í tríggjar dagar hevur rennarin Yohan Blake úr Jamaica vunnið á landsmanninum Usain Bolt. Í úttøkukappingini á 200 metrum til OL kom Blake fyrstur á mál við tíðini 19,80 sekund, og tað var tríggjar hundraðpartar skjótari enn tíðin hjá Bolt.
Aftan á kappingina segði Yohan Blake, at hann hevur vant nógv, og at nú síggjast úrslitini. Hinvegin var hann sannførdur um, at Usain Bolt er ikki í fullari venjing. Sjálvur lovaði Bolt, at hann fer at renna skjótari á leikunum í London.
Leygarnáttina vann Blake í úttøkukappingini á 100 metrum við 9,75 sekundum. Tíðin hjá Bolt var 9,86 sekund.